Eingin nevnd at kanna løgmann

? Men Tjóðveldisflokkurin hevur tikið málið um fortíðina hjá løgmanni upp sum eitt flokspolitiskt mál

Sambandsflokkurin er heldur ikki fyri at seta eina grein 19 nevnd at kanna fortíðina hjá løgmanni, Anfinni Kallsberg.
Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloksins, segði við Deg og Viku mánakvøldið, at partur av tingmanning Sambandsfloksins hevði umrøtt málið fríggjadagin, og tey vóru komin til ta niðurstøðu, at grein 19 nevndin ikki er rætta forumið at viðgera slík mál.
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eru sostatt samdir í hesum máli. Av tí at lítið hugsandi er, at samgongan sjálv fer at seta slíka nevnd, kann staðfestast, at ein grein 19 nevnd ikki verður sett at kanna fortíðina hjá Anfinni Kallsberg og viðurskiftini viðvíkjandi skeivu flytingunum millum Frostvirkið og feløg, sum Anfinn Kallsberg var partaeigari og stóri í.
Anfinn Kallsberg endurtók í blaðnum í gjár, at fyri honum er málið endaliga avgreitt í og við, at Tórbjørn Jacobsen skrivtliga hevur etið allar skuldsetingarnar aftur í seg. Høgni Hoydal hevur eisini fleiri ferðir sagt, at málið er avgreitt, og at talan bara er um eitt persónligt stríð millum løgmann og Tórbjørn Jacbsen.
Men nú hava Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin eftir øllum at døma broytt støðu, tí leygardagin viðgjørdi aðalstjórn Tjóðveldisfloksins málið. Einki er tó likið út um, hvør niðurstøða varð gjørd, tí tingmanning Tjóðveldisfloksins eisini skal viðgera málið, áðrenn nakað verður sagt alment. Men staðfestast kann í øllum førum, at málið nú er vorðið eitt partapolitiskt mál fyri Tjóðveldisflokkin.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisfloksins ella Heina O. Heinesen, formanni í tingbólki floksins.