Eingin Nato-hermaður fer til Ukraina

- Tað eru ongar ætlanir um at senda Nato-hermenn til Ukraina, sigur aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.

Jens Stoltenberg, sum er Nato-aðalskrivari, sigur í dag, at verjusamgongan ongar ætlanir hevur um at senda herfólk til Ukraina.

 

Tað var franski forsetin, sum bar hetta upp á mál á einari ráðstevnu um Ukraina í París í gjár. 

 

Emmanuel Macron segði, at hann vildi ikki útiloka møguleikanum, at Frakland kundi senda herfólk til Ukraina.

 

Í dag sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, at Nato hevur ongar ætlanir um at senda herfólk til krígsherjaða landið.

 

Sambært tíðindastovuni NTB legði Jens Stoltenberg tó aftrat, at Russland førir eitt álopskríggj, sum er í stríð við altjóða rætt.