Eingin náttúrlóg er, ið sigur at fólkatingslimur skal veljast úr einum av stóru flokkunum

Jenis av Rana
??????????????
Nógv óføroyskt er, sum millum ár og dag kemur inn á okkum uttanífrá, og roynir at máa støðið undan tí kristna grundarstøði, land okkara byggir á. Náttúrligt, vegna aldragamla sambandið tjóðanna millum, koma høvuðsárinini umvegis Danmark, og heilt náttúrligt er tí at royna at venda streyminum og fáa tað góða, sum tjóð okkara hvílir á, út til hesa og aðrar tjóðir. Her er fólkatingsvalið ein veruligur møguleiki, tí júst her hava vit, via tað umboð, ið verður valt at umboða okkum í Danmark og á Fólkatingi, ein møguleika at senda ein greiðan boðskap út, sum kann vera við til at byggja upp, og kanska eisini virka sum ein forðan móti tí, ið annars kemur á okkum.
Miðflokkurin hevur eina greiða hugsjón á økjum, har fleiri av grannatjóðunum tørva slíka. Eg hugsi um økir sum tað etiska, moralska, listarliga og átrúnaðarliga. Boðskapur floksins var nýbrot her á landi fyri fáum árum síðani, skapti kjak og dróg sjónarmið fram, sum í áravís høvdu verið tagd burtur. Men so við og við hevur hann fest røtur, og sett varðandi spor á samfelagið.
Ein av stóru flokkunum vísir á, at hann hava havt fólkatingslim í sjeyti ár- alt gott um tað. Men uttan at taka støðu til virði í umboðan teirra kann sigast, at júst tí hevði kanska verið skilagott at umhugsa at valt ørðvísi hesaferð, at roynt onkran annan.
Annars eru vit fult samdir við teimum sum føra fram, at okkum tørvar ikki flokkar á Fólkating, sum kritikleyst finnast at dønum og donskum politikki, ella flokkar hvørs einasta endamál er at tosa samband ella loysing. Hugsjónir teirra, sum fáa hetta frálíka høvið, at tosa viðurskifti føroyinga á danatingi, má verða djúpri fest og meira víðsýnt.
Tí er Miðflokkurin eitt veruligt alternativ hjá tær at hugsa um á fólkatingsvalinum 8. februar.