Heldur eingin nýggjur tilburður er av koronavirus í dag, staðfesta nýggjastu tølini frá landslæknanum.
Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, eru allir staðfestir frískir. Hetta byggir á í alt 8.554 kanningar.
Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.284 kanningunum, og eingin persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsunum í sambandi við koronasmittu.