RÆTTARMÀL
Rættarmálið millum Club 20 og ákæruvaldið var fyri í Føroya rætti í seinastu viku. Málið fekk tó ikki nakra drúgva viðgerð í rættinum, tí dómarin vildi kalla tvey nýggj vitni í málinum.
Tað snýr seg um tveir pensjóneraðar løgreglumenn, sum dómarin metti hava týdning fyri málið. Orsøkin er tann, at hesir, meðan teir enn arbeiddu fyri løgregluna, høvdu regluligar fundir við leiðsluna í Club 20. Har varð gjørt greitt, hvat Club 20 kundi loyva sær at lýsa við.
Teir báðir løgreglumenninir skulu innkallast av rættinum, men enn er ikki greitt nær næsti rættarfundurin verður.
Toni Dam, stjóri fyri Club 20, sigur, at enn restar størsti parturin av málinum í at verða viðgjørdur í Føroya rætti. Hann sigur seg rokna við einum drúgvum rættarmáli.
Ákæran hjá fútanum móti Club 20 ? rættari sagt partafelagið, ið eigur Club 20 ? snýr seg um lýsingar fyri rúsdrekka við fráboðanum sum ?Double Up? og sølu í barrini, sum fútin metir ikki eru loyvdar sambært rúsdrekkalógini. Leiðslan í Club 20 metir als ikki, at teir hava lýst við rúsdrekka. Men heldur, at teir hava lýst fyri sjálvari barrini, sum eisini selur annað enn rúsdrekka.
Fríggjadagin var málið um lýsingina hjá Restorffs bryggjaríi fyri í Føroya rætti. Í tí málinum verður dómur sagdur fríggjdagin kl. 12.