Hvørgin teirra, sum í gjár vóru til próvtøku í FSF-husinum, stóðu royndina sum spælaraumboðsmaður
Royndin varð hildin fyrrapartin hósdagin, og í FSF verður váttað, at hvørgin av teimum, sum vóru til próvtøku, stóðu royndina.
Talan er um eina umfatandi próvtøku, har nógv ivamál innan sáttmálaøkið hjá spælarum verða viðgjørd, eins og almenn fótbóltsvitan annars verður testað.
Soleiðis eiga Føroyar enn bert tann eina umboðsmannin á økinum.