Eingin munur á vinstra og høgra

-Politisku orðini vinstra og høgra hava ongan týdning longur. Tað eru fólk vinstrumegin og høgrumegin, sum styðja Evropasamveldið, evruna, fríhandil og innflyting. Í 30 ár hava høgra og vinstra verið líka.

Orðini eigur Marie Le Pen, sum er formaður og forsetavalevni hjá franska flokkinum Front National. Tað stendur í hvussu er í grein, sum Charles Grant, stjóri á hugsjónarstovninum Centre for European Reform, hevur skrivað á heimasíðuni Public Service Europe. Hann tók fyri sutttum lut í einum pallborðsorðaskifti í Fraklandi saman við millum annað Marie Le Pen.

Tað er alment kent, at Marie Le Pen vil hava Frakland burtur úr ES, og at landið skal sleppa sær av við evruna, men í greinini hjá Charles Grant kemur fram, at hon vil eisini hava Frakland úr NATO. Sambært greinini er hon ikki ímóti, at útlendingar flyta til Fraklands, men tað skal ikki elva til, at lønarlagið lækkar, skrivar hann.