Eingin munur á størvunum

Johnny í Grótinum skilur ikki kritikkin hjá sjúkrahústjóranum í Klaksvík

- Eg kenni meg aftur í starvslýsingini, so hetta undrar meg. Eg dugi ikki at síggja nakran mun millum starvslýsingina og starvið eg fekk bjóðað.


Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri í Landssjúkrahúsinum, eftir, at Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahús, hevur funnist at starvslýsingini eftir nýggjum stjóri á Landssjúkrahúsinum, ið eisini skal vera forstjóri fyri øll trý sjúkrahúsini.


Við in.fo í morgun segði Heri Ellingsgaard, at tað aldrin hevur verið ætlanin, at forstjórin skuldi hava ovastu leiðslu yvir øll sjúkrahúsini. Í samrøðuni nevnir hann, at Johnny í Grótinum skuldi hava ábyrgdina fyri at gjøgnumføra menningarætlanina, men at ábyrgdin fyri dagliga virkseminum á sjúkrahúsunum skuldi framhaldandi vera hjá leiðslunum á hvørjum stað.


Les eisini: Tað ber til at tøma eitt sjúkrahús


Tí útleggingini er Johnny í Grótinum ikki samdur í, men vísir á, at starvslýsingin er meinlíkt tí starvi, ið hann fekk bjóðað í summar.


- Vit umrøddu málið, og sum hann sigur, so peikaðu bæði Heilsumálaráðið og hinir báðir stjórarnir á meg sum ovasta stjóra. Tá bleiv kjakast aftur og fram um hvat lá í tí, heimildir og annað, og vit tríggir tosaðu eisini um hvussu økið skuldi skipast millum okkum, tá eg bleiv ovasti leiðarin, sigur Johnny í Grótinum og leggur afturat.


- Longu har reisti Heri Ellingsgaard spurningin, um tað merkti, at eg fekk evstu heimild, og eg veit tað koyrdi eitt sindur aftur og fram millum hann og Heilsumálaráðið, men niðurstøðan var heilt greið. Eg skuldi hava tær heimildir, ið liggja í tí starvslýsingini, sum nú er farin út.


Johnny í Grótinum tók ikki við starvinum, men valdi heldur at fara í nýtt starv sum stjóri í Kringvarp Føroya. Hann byrjar í nýggja stjórastarvinum 1. september.