Stigtakarin og samskipari av tiltakinum, Ingi Gunnarsson, sigur, at sjálvur hevur hann ikki havt orku til at skipa fyri minningardegnum í ár, men hann vónar at tiltakið ikki dettur niður fyri av tí orsøk.
Fyrsta tiltakið var í 2000. Endamálið við tiltakinum var at gera vart við, at tað framvegis henda alt ov nógvar álvarsligar vanlukkur í ferðsluni og at fáa okkum at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti. Í fjør vórðu blómur lagdar á 183 støð kring landið, har deyðsvanlukkur eru hendar.
Ingi sigur, at hann hevur ikki tikið støðu til, um minningardagurin verður aftur í 2010, men um onkur hevur hug at skipa fyri einum slíkum tiltaki, vil hann gjarna vera við til at stuðla og hjálpa til.










