Skattur
Borgarstjórin í Nes kommunu kann fegnast um, at skattainntøkurnar hjá kommununi higartil hava hildið.
- Í 2008 hildu skattainntøkurnar væl og virðiliga. Vit fingu umleið 3 miljónir kónur meira inn í skatti, enn vit høvdu væntað, tá vit løgdu fíggjarætlanina fyri farna ár.
Hann vísir á, at metta skattainntøkan fyri 2008 var 31,8 miljónir krónur, men tá samanumkom gjørdist hon 34,9 miljónir krónur við partafelagsskattinum, sum kemur teir seinastu mánaðirnar av árinum.
- Soleiðis hildu skattainntøkurnar í 2008 væl og virðiliga, leggur hann aftrat.
Símun sigur, at enn veit hann ikki, hvussu januar mánaði í ár hevur vignast, og tí bíðar hann spentur eftir, hvat úrslitið verður.
- Vit kunnu vænta, at inntøkurnar ikki økjast, men heldur minka, soleiðis sum tíðirnar eru.
Hann vísir á, at skattainntøkan var javnt størri allar mánaðirnar í fjør – undantikið í august, tá hon var væl minni. Annars vóru eingi stór sveiggj.
- Eg havi skilt, at fleiri kommunur høvdu lægri skattainntøku í august í fjør enn sama mánaða árið fyri, og eingin veit, hvør orsøkin er til tess.
Borgarstjórin fegnast annars um gongdina í kommununi, har alt virksemið, sum verið hevur, framvegis er í gongd.
- Vit fegnast eisini um, at fólk hava mót upp á at byggja sær betri umstøður á nýggja vinnuøkinum hjá okkum við Rætt.
Í sínum stilla sinni sigur borgarstjórin seg vóna, at fíggjarkreppan, sum eisini hevur við sær, at keypiorkan í vinnuni er lítil í løtuni, fer at hasa av, tá árið í ár fer at líða.
- Eg havi einki at hava tað í, men onkusvegna kundi líkt verið til, at henda kreppan ikki verður so drúgv.
Hann vísir á, at fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið góður, og vónir eru um, at toskurin fer at mennast aftur.
- Samanumtikið haldi eg ikki, at kreppan hesaferð kann samanberast við kreppuna, vit høvdu fyrst í nítiárunum, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri.










