Fyri fyrstu ferð í søgu floksins stillar Miðflokkurin ikki upp til býrðasval í Havn.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður floksins.
Miðflokkurin varð stovnaður og kom fyrstu ferð á ting í 1994. Hann stillaði fyrstu ferð upp til býráðsval í Havn í 2000 og hevur stillað upp síðani, í 2004, 2008 og í 2012. Ongantíð hevur tað eydnast at fáa umboð valt.
Jenis av Rana hevur tó havt sæti í Tórshavnar býráð. Men tað var sum eykamaður fyri Petur í Gong á uttanflokkalistanum. Petur í Gong varð valdur í 1992, men fór í farloyvi í 1993 og tók ikki sætið aftur tað setuni.
Á býráðsvalinum seinast fekk Miðflokkurin 287 atkvøður. Tað er so langt frá nóg mikið at røkka einum sessi í Tórshavnar býráð. Tann síðsta sessin fekk Javnaðarflokkurin við 657 atkvøðum. Næstur var Framsókn at fáa tann sessin við 649 atkvøðum. Soleiðis skuldi Miðflokkurin fingið 370 atkvøður afturat teimum 287 fyri at nærkast einum sessi í Tórshavnar býráð.
Við hesi staðfesting hevur Miðflokkurin gjørt av ikki at stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.