Eingin messa í Notre Dame

Fyri fyrstu ferð í yvir 200 ár hevur eingin jólamessa verið í Notre Dame dómkirkjuni í Paris.

Notre Dame, ið fórst illa av einum eldsbruna í apríl í ár, er framvegis stongd, og tí varð neyðugt at halda katólsku messuna í Saint-Germain l'Auxerrois kirkjuni, nakrar hundrað metrar burturi.

Notre Dame verður ikki klár til jólini næsta ár og eiheldur árið eftir, tí uppruddingar- og umvælingararbeiðið er umfatandi. Patrick Chauvet, rektari, vil vera við, at umvælingararbeiðið fer ikki í gongd fyrr enn í 2021, og ivasamt er framvegis, um alt kann bjargast.

Notre Dame var undir umvæling, tá eldsbrunin kyknaði, og ein av størstu avbjóðingunum er at skera burtur og flyta tey umleið 50.000 rørini, ið eru eftir frá stillassinum, ið varð brúkt til umvælingarnar. Tá stillassið er skorið burtur, verður standurin á kirkjuni eftirmettur, og støða verður tikin til, um nakað er, ið ikki kann bjargast.

Ein milliard evrur eru settar fingnar til vega at umvæla Notre Dame av nýggjum.