Eingin mentan - einki lív

- Har mentanin blómar, blómar eisini fólkið, sigur Heðin Zachariasen.

- Ársins mentanarvika er nú farin aftur um bak, og vit kunnu staðfesta, at hon var sera væleydnað. Nógv fólk møtti til flest øll tiltøk, ið vórðu hildin víða um í kommununi.

 

Tað sigur Sunda kommuna, sum leggur aftrat, at væleydnaða tiltakið gevur treysti til at halda fram.

 

Mentanarvikan prógvar, at tað grør um gangandi fót í Sundalagnum, og at ein mentanarvika við einum breiðum innihaldi hevur góða undirtøku í kommununi.

 

Sum borgarstjóri staðfesti Heðin Zachariasen í síni setanarrøðu, at ein kommuna við ongari mentan er ein kommuna við ongum lívi.

 

- Har mentanin blómar, blómar eisini fólkið. Tí fara vit eisini framyvir at leggja stóran dent á mentanartiltøk, ið skapa trivnað og menning fyri alla kommununa, segði hann.


Ein stórur partur av mentanartiltøkunum eru fyriskipað av feløgum og stovnum í kommununi, og uttan hesi var eingin mentanarvika.

 

- Tey eiga stóra tøkk fyri hetta, og vónandi gevur mentanarvikan teimum áræði at skipa fyri tiltøkum aftur komandi ár, verður sagt á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag.