Var val til danska Fólkatingið í dag, hevði stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra mist meirilutan.
Ein kanning, sum stovnurin Greens hevur gjørt fyri blaðið Børsen, vísir, at teir báðir stjórnarflokkarnir og stuðulsflokkur teirra, Danski Fólkaflokkurin, høvdu fingið 86 tinglimir, var val nú. Andstøðan hevði harafturímóti fyri 89 umboð í Fólkatingið. Tað merkir so eisini, at tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi kundu gjørt av, hvør skal skipa stjórn í Danmark.
Hetta er fyrstu ferð síðani fólkatingsvalið í 2001, at formaðurin hjá Sosialdemokratunum, Mogens Lykketoft, kann rósa sær av at hava fleiri veljarar aftan fyri seg sum forsætisráðharri enn sitandi forsætisráðharrin. Tað gongur eisini væl hjá flokki hansara. Kanningin gevur Sosialdemokratunum 31,1 prosent av atkvøðunum, meðan Vinstriflokkurin hjá Anders Fogh Rasmussen fær 27,1 prosent. Hjá Sosialdemokratunum er talan um tvey prosentstig í framgongd. Hjá Vinstra er talan um fýra prosentstig í afturgongd.