Eingin mannaskaði

Fyri lítlari løtu síðani fór ein bilur útav í Skálabotni

Fyri lítlari løtu síðani fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av í Skálabotni.

 

Løgreglan sigur, at maðurin, sum koyrdi, ringdi sjálvur til løgregluna at boða frá óhappinum og hann staðfesti somuleiðis, at hann hevði tað fínt og at tað ikki var neyðugt at senda sjúkrabil á staðið.

 

Løgreglan veit ikki, hví bilurin fór útav.