Makrelkanningarnar, sum eru gjørdar í summar, vísa, at ógvuliga lítið er til av makreli í grønlendskum sjógvi í ár samanborið við tíðarskeiðið, árini 2013-2017. Hinvegin eru nøgdirnar, sum ferðast í Norskahavinum í ár, í staðin øktar í stórum.
Sermitsiaq skrivar, at bert ein evarska lítil partur av stovninum í Norðuratlantarhavinum, er komin í grønlendskan sjógvi í ár. Eisini fyrr í ár hevur bert ein lítil partur av stovninum ferðast fram við Grønlandi.
Parturin av stovninum, sum hevur verið í grønlendskum sjógvi í ár, er bara 0,1 prosent av stovninum, men árini 2013 til 2017 var talan um millum 5 og 13 prosent av samlaða makrelstovninum í Norðuratarhavinum.
- Makrelur er ein lutfalsliga nýggjur "gestur" í grønlendskum sjógvi, sum fyrstu ferð varð sæddur í stórum nøgdum í 2011. Orsøkin er, at sjógvurin fyri hesa tíð var ov kaldur til, at makrelurin kundi trívast, skrivar Sermitsiaq.