Eingin makrelur

Jupiter og Tróndur í Gøtu, sum seinastu dagarnar hava leitað eftir makreli í føroyskum sjógvi, funnu ongan makrel. Reiðaríið í Gøtu, sum eigur skipini, átti eitt sindur eftir av makrelkvotuni, og tí fóru skipini at leita.

Sambært heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen leitaðu skipini eystanfyri og sunnanfyri.

- Skipini eru komin innaftur, tí eingin makrelur var at síggja, skrivar heimasíðan.

Jupiter liggur í Fuglafirði, og Tróndur í Gøtu liggur við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn.