Eingin mótmælti kortunum

Hóast fýra reyð kort í einum og sama dysti ljóðar av nógvum, so vórðu fáar atfinningar vendar móti dómaranum eftir dystin.
Soleiðis tóktust bæði B68-málverjin, Tórður Thomsen, og ein av útvístu vágbingunum, Suni í Hørg, samdir um, at dómarin hevði handlað rætt í øllum fýra førunum.
 Eg varð klíptur í síðuna, og tí reageri eg, sum eg geri. Tað er sjálvandi ikki rætt, men talan er um botnuppgerð, har báðir partar vilja hava stigini fyri ein og hvønn prís. Og tað er so tað, sum hendir, segði Suni í Hørg eftir dystin.