Seinastur í vitnisstólinum var Kári Purkhús, sum tók við sum stjóri eftir Palla Ziskason í februar 2007.
Tað fyrsta hann sum stjóri sá, var ein langur sáttmáli um húsaleigu, sum Tony Paris hevði snikkað til, og sum umfataðu leigu av teimum húsunum, hann hevði keypt í Klaksvík.
Eg helt talan var um eina órímiliga høga leigu, og vit høvdu jú heldur ikki biðið hann keypt nøkur hús. Men hann var hvørki at høgga ella stinga í, og var í heila tikið ógjørligur at tosa við, fekk hann ikki sín vilja, segði Kári Purkhús.
Hann segði eins og Palli Ziskason, at fekk hann ikki sín vilja frá stjóranum, fór hann bara til onnur, serliga stóru sponsorarnar ella kommununa.
Tað var skjótt greitt, at eingin møguleiki fanst fyri víðari samstarvi, og hvassorðaði og nirðandi mailurin til Kára Purkhús frá Tony Paris var dropin, sum fekk glasið at flóta yvir.
Tað var avgerandi neyðugt at siga Tony Paris upp. Tað var ikki longur møguligt at fáa seriøsar spælarar til felagið við verandi venjara, segði Kári Purkhús.
Felags fyri Purkhús og Ziskason var, at teir høvdu ilt við at finna tey rósandi lýsingarorðini um Tony Paris.










