Eingin loysn á oljudálkingini

Einki røkist fyri einari loysn á oljulekanum í Meksikoflógvanum. Ein roynd at seta eitt lok oman á holið miseydnaðist um vikuskiftið, og arbeiðið at bora eitt hol, sum skal lætta trýstið, kann taka fleiri vikur.

Ein triði møguleiki er at tetta lekan við betong, men mett verður, at tað arbeiðið kann taka millum tvær og tríggjar vikur.

Thad Allen, sum er ovasti fyri amerikonsku sjóverjuni, sigur við sjónvarpið CBS, at sum er renna umleið 5.000 tunnur ella knappliga 800.000 litrar av olju út í havið um samdøgrið.

Stjórin í British Petroleum, Tony Hayward, sigur, at felagið roknar við at brúka meiri enn 50 milliónir krónur um dagin til at taka upp olju og at rudda øki, sum longu eru dálkað.