Eftir landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag í gjár, hittu vit menn, sum høvdu verið á fundi, men eingin teirra hevði nakað boð upp á, nær fiskiflotin væntandi loysir aftur Tey liggja so vøkur á rað, tvey og tvey við bryggju í Saltangará. Fremstir á myndini Rókur og Lerkur, í miðjuni nýbygningarnir Heykur og Falkur og innastir Bakur og Stelkur. Øll lutfalsliga nýggj skip, klár at loysa og ?svong? eftir at tjena pening til hesa stóru íløgu, sum felagið hevur gjørt og til tær manningar, sum skulu syrgja fyri, at fiskur kemur á dekkið og verður førdur til lands til virkingar.
Hugsandi er, at øll hesi seks skipini høvdu havt loyst 3. jóladag, um alt var sum vanligt. Tey høvdu líka so sannlíkt ligið landingarklár - og full undir lúkurnar - fyrsta arbeiðsdag í nýggja árinum.
Millum jóla og nýggjárs seinast vóru Bakur og Stelkur til fiskiskap. Teir loystu 3. jóladag, og longu 6. januar vóru skipini inni á øðrum sinni við stórum og góðum fongi.
Tvey onnur skip, sum eisini loystu 3. jóladag, vóru Polarhav og Stjørnan. Øll hesi skip høvdu rokfiskiskap, og Polarhav og Stjørnan seldu veiðina í Hanstholm fyri slakar 2,4 miljónir krónur.
Hin 6. januar í ár lógu Bakur, Stelkur og Polarhav og Stjørnan soleiðis við bryggju í Saltangará og gjørdu klárt til nýggjan túr.
Tá ið skipini loystu, fóru Bakur og Stelkur út á triðja sinni síðan 3. jóladag, meðan Stjørnan og Polarhav loystu á øðrum sinni eftir sera góðu søluna í Hanstholm, har manningarparturin fyri slakar 4 fiskidagar á Munkagrunninum lá um 50.000 krónur.
Í samrøðu í vikuni segði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, at fiskilotin neyvan loysir aftur í hesum árinum.