Eingin loysn í eygsjón

Partarnir hava valt konfliktina og hava gjørt hetta til eitt valdsstríð, sigur semingsmaðurin.

Í morgin er ein mánaður liðin, síðani Føroya Pedagogfelag og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum bæði vrakaðu seinasta semingsuppskotið frá semingsstovninum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hvørgin parturin er til at vika.

 

- Nú hava tey valt konfliktina, og tí er hetta vorðið til eitt valdsstríð, sigur hann.

 

9. desembur bleiv semingsuppskotið vrakað, 12. desembur fóru fyrstu pedagogarnir í verkfall og 14. desembur lýsti Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verkbann fyri tey, sum arbeiða í dagstovnum. 18. desembur fóru pedagogarnir, sum starvast í Almannaverkinum í verkfall og 3. januar fóru eisini pedagogarnir í fólkaskúlanum, Sernámi og forskúlunum í verkfall.

 

Tað ljóðar á semingsmanninum, sum útlitini eru lítil fyri, at ein semja fæst í bræði.

- Her er einki nýtt at frætta.

 

- Vit hava samband við partarnar og royna tað vit kunna, men partarnir hava valt konfliktina og standa langt frá hvørjum øðrum, sigur hann.

 

- Partarnir eru somikið langt frá hvørjum øðrum, at tað gevur onga meining at møtast á miðjuni. Hvørgin partur er sinnaður at góðtaka eitt slíkt uppskot, sigur Terje Sigurðsson.

 

Hann heldur tað er sigandi, at so long tíð er liðin longu.

- Tað er longu ein mánaði síðani at partarnir vrakaðu seinasta formliga semingsuppskotið, sum vit hava lagt fyri teir. So varð væntað, at verkfall og verkbann fór at mýkja støðuna, men tað er so ikki hent enn, sigur semingsmaðurin.

 

Hann sigur, at semingsstovnurin er í samband við partarnar, og roynir at lodda dýpið, men í løtuni vísir hvørgin parturin tekin til at vilja nærkast hinum.

- Tá man velur konflitktina, velur man at gera stríðið til ein styrkisprøva, sigur Terje Sigurðsson.