Hóast teir fundaðust í fleiri tímar í gjár, eydnaðist tað ikki Evo Morales, forseta og fýra av landsins guvernørum at loysa ta politisku kreppuna í landinum. Fundurin varð hildin fyri stongdum hurðum og var tann triði í ár.
Teir fýra guvernørarnir umboða fýra teir ríkastu landspartarnar, sum krevja størri sjálvræði. Men Evo Morales, forseti, sigur nei, og einki er sagt um, hvørt samráðingarnar halda fram ella ikki.