Verkfallið hjá ljósmøðrunum varð leygardagin hert til tað maksimala - øll undantak vórðu tikin aftur. Men kortini hava tvær danskar ljósmøðrar verið í Føroyum og arbeitt á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Tær báðar eru tó farnar aftur av føðideildini í dag. Tað sigur Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum. Tær eru farnar, og orsøkin er sambært serlæknanum, at tær hava verið lagdar undir stórt trýst bæði av danska fakfelagnum og av tí føroyska. Men verkfall ella ikki - nú stendur um lív, sigur serlæknin.
Les eisini: Lækni: Spurningur um tíð áðrenn onkur doyr
Í nátt kom ein kvinna á føðideildina hjá Landssjúkrahúsinum. Tìbetur fyri hesa konu var tað áðrenn tær donsku ljósmøðurnar stungu í sekkin, tí sambært Ann Danielsen hevði hon neyvan komið frá hendingini við lívinum, um tær ikki vóru har at hjálpa henni.
Skalt tú eiga í dag, so er ilt at siga, hvat hendir. Tí eingin ljósmóður er eftir á føðideildini í dag. Og Ann Danielsen hevur ilt við at siga, hvør so eigur ábyrgdina av kvinnum, sum koma inn at eiga. Hon heldur tó, at tað ivaleyst eru hon og Katrin Kallsberg, sum báðar eru serlæknar í kvinnusjúkum. Vanliga er tað so, at tær bert verða boðsendar, um okkurt gongur galið undir føðingini. Nú skulu tær helst taka ímóti børnum eisini.
- Tað, sum blívur vandamikið er, um okkurt gongur galið í føðingini, og eingin er at tilkalla. Ongar eyka hendur eru at hjálpa til, sigur Ann Danielsen.
Hon heldur tað vera óforsvarligt av ljósmøðrunum, at taka øll undantøk aftur. Hóast tað ikki er ólógligt, so er tað óetiskt.