Fótbóltur
Vísandi til óvissuna, sum hevur valdað um steypakappingina, boðar FSF nú frá, at kappingin fyribils verður útsett.
Vísandi til ta óvissu, sum í løtuni er um kappingina um Løgmanssteypið, og at fjórðingsfinaludysturin millum EB/ST-VB/SUMBA 28.06.06 ikki varð leiktur, hevur kappingarnevndin gjørt av, at hálvfinalurnar og finalan um Løgmanssteypið eru fyribils útsettar, stendur á heimasíðuni hjá FSF.
Orsøkin til hesa støðu er first og fremst, at tað nú tykist mest sum ógjørligt at avgreiða seinastu fjórðingsfinaluna og síðani hálvfinalur í nóg góðari tíð, soleiðis at finalan sjálv kann spælast á ólavsøku.
Ólavsøkufinalan hevur annars verið fastur táttur seinastu seks árini. Størsti vandin fyri at hendan ikki kundi avgreiðast hevur annars verið, um altjóða uppgávur hjá øðrum av finaluluttakarunum komu tvørt fyri steypafinaluna, men tað vóru so ikki kollisjónir av slíkum slag, sum vóru atvoldin, nú finalan varð útsett.