Millum teir bátaeigarar, sum plaga at vitja í Havn til bryggjudans og síðan plaga at liggja í Havn um ólavsøkuna, er Heðin Zachariasen, sum eigur bátin Juvel. Í ár er bryggjudansurin hjá Tórshavnar Bátafelag, sum plagar at vera leygarkvøldið fyri ólavsøku, avlýstur, sum so mangt annað, nú korona hevur herjað um heimin.
- Vit hava verið við til fleiri bryggjudansir í Vágsbotni og hava síðan ligið í Havn um ólavsøkuna. Hetta hevur verið serstakliga hugnaligt. Fólk vitja umborð, gingið verður millum bátar, og onkur túrur verður gjørdur niðan í miðbýin.
Heðin Zachariasen sigur, at í ár liggur tíverri ikki fyri hjá honum at fara til Havnar á ólavsøku við Juvel. - Árið í ár hevur verið øðrvísi enn onnur ár. Ongar bátastevnur hava verið, og eg havi havt bátin standandi í neystinum. Arbeiðsuppgávurnar hava eisini verið nógvar, og nú ongar bátastevnur hava verið, havi eg bara valt at hava bátin standandi uppi.
Hann sigur, at korona-trupulleikin hevur fylt eitt lítið sindur, sum hann tekur til, men tað er meira arbeiðsbyrðan og so tað, at ongar bátastevnur hava verið í ár, sum er orsøkin til, at hetta summarið líka sum er tikið úr kalendaranum, hvat sigling víðvíkur. - Men, vit gleða okkum at venda aftur næsta ár, og tað er rættiliga sannlíkt, at Juvel eisini liggur í Vágsbotni til bryggjudans og ólavsøku næsta ár, sigur Heðin Zachariasen.