Í summar var misnøgd, tá ið tað orsakað av europeisku kappingunum var neyðugt fleiri ferðir at flyta landskappingardystir. Víst var á at um tað í skránni var lagt uppfyri, soleiðis at feløgini, sum vóru við í Europa, áttu innanhýsis dystir, tá ið altjóða kappingarnar vóru á skránni, so hevði ikki verið neyðugt at flyta so nógvar dystir.
Í uppskotinum, sum nú er sent feløgunum til ummælis, sæst, at FSF hevur tikið kritikkin til eftirtektar.
Føroysku feløgini, sum næsta summar fara at luttaka í europeisku kappingunum, eru KÍ, Víkingur, HB og B36. Hesi feløgini hava frí frá landskappingini í ólavsøkuumfarinum. Teir tríggir dystirnir um ólavsøkumundið, eru
Hósdagin 27. juli
AB – B68
Sunnudagin 30. juli
ÍF – TB
07 Vestur – EB/Streymur
Hesir dystirnir eru í 16. umfari. Hinir báðir dystirnir í hesum umfarinum verða spældir longu mikudagin 24. mai
Víkingur – HB
KÍ – B36
Hóast eingin landskappingardystur er settur at vera í Gundadali á ólavsøku, so er møguleiki fyri, at talan verður um kappingardystir í Gundadali um ólavsøkumundið. Soleiðis verður tað, um tað fellur soleiðis, at B36 ella HB fara at eiga heimadyst í europeiskari kapping mikudagin 26. ella hósdagin 27. juli.
.
Leygardagin 3. juni fær KÍ á norðoyastevnu vitjan av AB.
Leygardagin 10. juni fær 07 Vestur á Countryfestivalinum vitjan av Víkingi.
Leygardagin 24. juni fær TB á jóansøku vitjan av AB.
Leygardagin 1. juli fær ÍF á varmakeldu vitjan av B36.