Fiskivinna
Mánadagin, tá ið vit frættu, var eingin landing á Sandi, og óvist var, nær skipini koma innaftur at landa.
- Vit hava tó nóg mikið av fiski inni á báðum virkjunum til dagin í dag og
meginpartin av degnum í morgin, sigur Jóan Petur Vest.
Sandoy Seafood keypir fisk bæði beinleiðis frá skipum og bátum og á
uppboðssølu. Nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum í longri tíð, so væntandi er ikki, at virkini í Sandoynni liggja leingi uttan fisk.
Útróður
Nógvur útróður var úr Sandoynni fyrr í vár. Umframt bátarnar í oynni, vóru bæði suðuroyingar, havnarmenn og hestmenn á Sandi og róðu út. Nú er so nógv útliðið, útróðurin er minkaður, og bátarnir eru farnir heimaftur.
Jóan Petur Vest sigur, at bátarnir, sum eru heimahoyrandi á Sandi, hava seinastu tíðina ligið millum 500 og 600 pund um dagin, tá ið roynandi hevur verið.









