Fiskivinna
Einasti bátur, sum landar til Fiskavirking í Saltangará hesa vikuna, verður helst snellubáturin, Báran, sum hevur boðað frá landing fríggjamorgunin. Hvussu nógv teir hava inni, nú teir koma inn at landa, er ikki greitt.
At eingin onnur landing hevur verið hesa vikuna, merkir tó ikki, at turt gólv hevur verið á virkinum.
Eitt sløð av fiski lá niðurfyri mánamorgunin, og mánadagin keypti virkið 120.000 pund av upsa frá Havhesti og Grælingi, sum landaðu hjá P/F Beta.
Týsdagin keypti virkið eisini 130.000 pund frá Sardis og Topas, sum nú eru heimahoyrandi í Vágunum og eita Dragasund og Akranes. Teir landaðu á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, haðani hendan myndin er.
Aftrat hesum hevur Fiskavirking í Saltangará keypt eini 40.000 pund av fiski aðrastaðni.
Frídagar
Ein frídagur er hesa vikuna, sum er Kristi Himmalferðardagur, men Jason Johannesen heldur, at tey høvdu fingið nóg mikið av fiski, um tey eisini skuldi arbeitt hendan dagin eisini.
Tað hevur ljóðað, at minni fiskur hevur verið á marknaðinum í seinastuni, eitt nú tí, at heldur minni er at fáa og tí, at nógvar sølur hava verið uttanlands, men Jason heldur ikki, at hetta er nakar stórvegis trupulleiki hjá Fiskavirking í Saltangará sum er.
- Vit hava arbeitt hvønn dag hesa vikuna, og vit vænta, at okkurt verður at gera í komandi viku eisini, sigur hann.
Jason Johannesen sigur, at frídagarnir mitt í viku órógva arbeiði nakað, tí neyðugt er at starta uppaftur hvørja ferð.
- Men soleiðis er tað nú einaferð hesa tíðina av árinum, tá ið nógvir einstakir frídagar eru, leggur hann aftrat.