FÓTBÓLTUR
Hóast tað var kalt og illfýsið, vóru mong smílandi og vát andlit at síggja á vøllinum í Sørvági, tá FSF-umboðini skuldu avgreiða sína formligu uppgávu, ið var at handa gullheiðursmerki og steypið, sum meistararnir komandi árið hava sum sjónliga prógvið fyri sínum tjúgunda meistaraheiti.
– HB hevur fyri sættu ferð í 10 ár vunnið FM-steypið, og tað sigur nakað um ein dominans, sum liggur nokk so fast í høvuðsstaðnum, segði Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, í síni stuttu røðu inni í trunkanum mitt á vøllinum.
– Eftir fyrsta umfar í ár sá út til, at HB saman við fýra øðrum var til reiðar at taka dystin upp um føroyameistaraheitið. Í teimum avgerandi dystunum ímóti liðunum, ið vóru avbjóðarar, vístu tit styrki og hegni, so tit fingu lagt eina frástøðu.
Síðani nevndi hann eisini nakað um, hvussu tað hevði sæð út síðstu vikurnar, tá hann helt, at HB hevði gjørt sítt til, at kappingin skuldi vera spennandi líka til næstsíðsta umfar.
– Tað hevur verið tosað um »gummibein« síðstu dystirnar, men tað trúgvi eg ikki, tí tað hevur verið ein jøvn kapping í ár við fleiri góðum liðum allan vegin ígjøgnum, og eingin dystur hevur verið lættur, segði Høgni í Stórustovu, áðrenn hann bað »høvuðsmotorin á liðnum«, sum hann málbar seg, Fróða Benjaminsen, um at taka ímóti steypinum.