Ein avgerð hjá europeiska fótbóltssambandinum FIFA hevur nú við sær, at øl kann ikki seljast til europeiskar dystir. Í Danmark verður nógv gjørt burtur úr ølsøluni í sambandi við fótbóltsdystir, men tá ið FCK mikukvøldið spælir fyrsta heimadystin í Champions League, verður bert alkoholfrítt øl at fáa.
Marknaðarstjórin hjá Carlsberg heldur, at tað hevði verið betur, um fólk kundu keypt sær øl undir dystinum, heldur enn at tey drekka áðrenn dystin.- Vit vita eisini frá HM í summar, at tað ber væl til at hava dystir uttan trupulleikar, hóast øl verður selt á stadion undir dystinum, sigur Keld Strudahl við Ritzau.