Hin 11. oktober hittist Runavíkar býráð at leggja fíggjarárið 2019 til rættis. Eftir drúgføran fund varð semja gjørd millum allar býráðslimirnar um, hvussu Runavíkar kommuna skal rekast fíggjarliga næsta ár.
Og í kvøld - hin 31. oktober – hevur fyrra viðgerð verið av fíggjarætlanini á almennum býráðsfundi. Politiska semjan var grundarlagið undir uppskotinum, og alt býráðið tók undir við henni. Onnur og endaliga viðgerðin av fíggjarætlanini verður á almennum býráðsfundi í Saltangará hin 29. november.
- Raksturin hækkar við 2,6 prosentum, barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið – úr 6.500 uppí 8.000 krónur, skattaprosentið verður óbroytt, eingin lántøka verður framd, men hinvegin er ætlanin at gjalda skuldina niður við 13 miljónum krónum í 2019. Í løtuni er skuldin komin niður á 57 prosent av einari álíkning.
Tað sigur býráðið í Runavíkar kommunu í tíðindaskrivi í kvøld. Lagt verður aftrat, at íløgufæið í 2019 er samsvarandi ætlanini, 45,6 miljónir krónur.
- Íløgumegin er nýggja bryggjan undir Høgabóli liðug, og her er bara ravmagnsparturin eftir. Í løtuni verður grót úr Eysturoyartunlinum ført av Strondum yvir í økið norðan fyri verandi havnarlag í Saltangará. Fyrireikingar verða longu nú gjørdar til gerð av eini 40 metra breiðari rampu til rullandi flutning. Henda verður í norðara enda á oljubryggjuni, og tí verður grótið lagt soleiðis, at skjøtil kann setast á hesa verkætlan, tá grótið úr tunlinum er komið til høldar einaferð næsta ár.
Runavíkar býráð vísir á, at onnur verkætlan, ið liggur fyri framman, er ætlaða svimjihøllin, sum hevur verið uppá tal í Runavíkar kommunu tað mesta av einum mansaldri. Í vikuni verður arbeiðstilfarið flýggjað fyritøkunum, sum skulu luttaka í arkitektakappingini. Luttakandi arkitektarnir hava eftir tað eina freist á tríggjar mánaðir til at senda inn síni uppskot, sum eftir tað verða viðgørd í metingarnevnd, umsiting, býráðsnevndum og býráði.
- Átta miljónir krónur eru settar av til útstykkingar í 2019. Arbeitt verður í Leitishaganum í Saltangará, Runavíkøkinum, Rituvík, Søldarfirði, og skjótt verður eisini farið í holt við at stykkja út á Skála. Hetta snýr seg um væl omanfyri hundrað búeindir, og rættiliga stórur áhugi er hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið í økinum.
Sagt verður, at spillivatnsætlanin fer at halda fram, til komið er á mál, og 3,8 miljónir krónur eru settar av í 2019.
- Væleydnaða royndin við nýggju vallarljósunum í Runavík hevur nú við sær, at sama skipan verður sett upp við vøllin á Skála í 2019. Frameftir ætlar Runavíkar kommuna at gera væl meiri við at røkja sínar ognir, og tí er hálv sætta miljón sett av til endamálið.
Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2019 innanvert egnu uppdrift, soleiðis at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2019.
Neyvaru tølini í fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2019 kunnu lesast á www.runavik.fo