Um vikuskiftið fara fakligi landsfelagsskapurin í Danmark og arbeiðsgevarafelagið at tingast um nýggjan sáttmála fyri 600.000 fólk á tí privata arbeiðsmarknaðinum.
Vanliga plaga partarnir at vera fámæltir undan samráðingunum, og tí kom tað óvart á tey flestu, at LO-formaðurin,. Harald Børsting (myndin), longu undan samráðingunum segði seg vera sinnaðan at halda aftur við lønarkrøvum.
Í samrøðu við Berlingske Tidende í dag sigur hann, at ein má viðurkenna, at tað er ikki rúmd fyri nakrari lønarveitslu hesaferð. Tí fer LO heldur at leggja seg eftir øðrum viðurskiftum, sum kunnu geva limunum tryggari umstøður, sigur Harald Børsting.