Tað, sum lønirnar eru farnar upp, hava arbeiðsgevarar spart innaftur við uppsagnum. Vøksturin í lønargjaldinum í ár er at kalla eingin. Fyrra hálvár í ár var áleið tað sama útgoldið í lønum samanborðið við fyrra hálvár í fjør.
Frá januar til og við juni í ár vóru góðar 8 milliónir krónur meira útgoldnar í lønum, enn sama tíðarskeið í fjør. Tað var meira útgoldið í fyrsta ársfjórðingi, men í seinna ársfjórðingi var ein minni afturgongd.
Vøksturin er nærum ongin, bert 0,2 prosent, og kemst hetta av, at hóast lønirnar eru farnar upp hjá flestu fakbólkunum, eru færri fólk í starvi, og tí er vøksturin bert 0,2 prosent.
Størsta framgongdin í lønarútgjaldinum er í fiskiskapi, har hýrurnar eru vaksnar góð 15 prosent. Í hinum endanum er bygging, har minkingin er um 13 prosent.
Eisini innan tænastuvinnurnar er stórur munur á vinnugreinunum. Tað er væl meira útgoldið í lønum innan sjóflutning, góð 13 prosent, meðan vinnuligar tænastur eins og handil og umvæling hava eina afturgongd uppá meira enn 5 prosent.










