Eingin læknastjóri á hesum sinni

Bert ein umsókn kom inn til starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Tí hevur starvsfólkadeildin á Almanna- og Heilsumálastýrinum gjørt av at lata vera við at seta nakran læknastjóra á hesum sinni og í staðin lýsa starvið leyst av nýggjum

John Johannessen


Bert ein umsókn kom inn til starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Tí hevur starvsfólkadeildin á Almanna- og Heilsumálastýrinum gjørt av at lata vera við at seta nakran læknastjóra á hesum sinni og í staðin lýsa starvið leyst av nýggjum.

At læknastjóri skuldi setast á Landssjúkrahúsinum er ein partur av semjuni, ið varð gjørd millum Serlæknafelagið, Sjúkrasytrafelagið og Almanna- og Heilsumálastýrið um ein tvístreingjaða leiðslu á Landssjúkrahúsinum.

Avtalað var, at sjúkrahúsið skuldi stýrast av einum sjúkrarøktarstjóra við ábyrgd fyri røktini og einum lækastjóra við ábyrgd fyri tí læknaliga.

Fyri stuttum varð Marin Vang sett í starv, sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum, men enn vantar at seta læknastjóran í starv.