Eingin løgregla í Vestmanna

Seinnapartin mikudagin kundu vestmenningar staðfesta, at eingin politistøð longur er í bygdini. Mikudagin bleiv politiskeltið við politistøðina nevnliga tikið niður, og frá hósdegnum av noyddust vestmenningar at venda sær til løgregluna í Havn, um teir hava tørv á hjálp.
Tað hevur í seinastuni verið frammi, at rættuliga nógv smærri og størri lógarbrot hava verið í bygdini, men løgreglan í Havn metur ikki, at talan er um nakran stórvegis trupulleika.