Eingin løggilding og skráseting

Hin 1. oktober kemur hin sonevnda heimaframleiðslukunngerðin í gildi, har ávísir framleiðarar kunnu selja sínar vørur uttan um løggilding.

Uttanríkis-og vinnumálaráðið hevur sent út til hoyringar uppskot til kunngerð um framleiðslu av føroyskum matvørum frá tilfeingisvinnuni, ætlað til sølu til heil-og smásølur, matstovur og onnur.

 

Hetta er tann sonevnda heimaframleiðslukunngerðin, sum ætlandi skal koma í gildi hin 1. oktober í 2016 - ella um nakrar fáar dagar. Uppskotið er sent út til hoyringar hin 20. september í ár, og tí er hoyringsfreistin bert nakrir fáir dagar.

 

Sambært kunngerðini verður seyða- og neytakjøt, avroð og annað fevnt av kunngerðini, og soleiðis eisini við eitt nú haru og villini fugli.

 

Beinleiðis søla frá framleiðara í tilfeingisvinnu av nevndu vørum til endabrúkara er ikki fevnd av kunngerðini (…) um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.

 

Uttanríkis-og vinnumálaráðið vísir á, at framleiðarar eftir nýggju kunngerðini skulu melda til eina skrá yvir heimaframleiðarar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við navni, annað hvørt á persóni ella felag, ávíkavist p-tali ella v-tali, og bústaði framleiðarans.

 

Upplýsingarnar verða latnar á serligt oyðiblað, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan útflýggjar.

 

- Treytin fyri skráseting er, at matvøran er framleidd, hagreidd og tilvirkað á ogn framleiðarans, og at samlaði árligi umsetningurin er minni enn 200.000 krónur.

 

Lagt verður aftrat, at framleiðarin í sambandi við skrásetingina skal vátta, at hann beinanvegin fráboðar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tá hann verður varugur við, at árligi umsetningurin kemur upp á hesar 200.000 krónurnar.