Eingin kvinnulisti á Sandi

Tveir listar plaga at vera, tá kommunuval er á Sandi, men til valið, sum verður hin 13. november, hevur Beinta Simonsen arbeitt við eisini at skipa ein kvinnulista.

- Royndin er miseydnað. Tað verður eingin kvinnulisti á hesum sinni. At fáa stillarar er eingin trupulleiki, men trupult hevur verið at fingið valevni. Kanska var eg eisini ov sein í gongd, so tíðin gjørdist ov stutt.

Beinta vísir á, at høvuðsmálini hjá nýggja listanum skuldu verða trivnaður, samstarv í Sandoynni og samstarv við landsmyndugleikar, og so vildi listin eisini miðja imóti, at Sandoyggin helst verður ein kommuna.

- Vit vildu eisini virka fyri, at fleiri arbeiðspláss verða skapt í Sandoynni, eins og ferðasambandið millum oynna og meginøkið verður betri.

Beinta Simonsen sigur, at nú er hetta arbeiði, sum hevur verið í gongd, lagt á hillina, og eingin kvinnulisti verður skipaður til kommunuvalið hin 13. november.