Orsaka av landsliðsvenjingum og unglingakapping í Trongisvági, hevur Flogbóltssamband Føroya avgjørt at útseta allar Eik-ligadystirnar hjá kvinnum hetta vikuskifti.
Dysturin millum Mjølnir og ÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík er útsettur til týsdagin 27. oktobur klokkan 19.30, meðan dysturin í Kollafirði millum KÍF og Drátt verður spældur mikukvøldið 4. novembur klokkan 20.00. Seinasti dysturin hetta umfarið, millum Fleyr og TB í Gundadalshøllini, hevur ikki fingið nakra nýggja áseting enn.
Eingin broyting er í manskappingini. Har spæla ÍF og Mjølnir á Kambsdali og Ternan og SÍ á Toftum. Báðir dystirnir verða spældir í dag klokkan 14.