Chelsea hevur fingið vánalig úrslit seinastu vikuna, men venjarin hjá felagnum tekur tað heilt róligt. Carlo Ancelotti heldur, at eingin orsøk er at tosa um kreppu á liðnum.- Hvør sigur, at vit eru í kreppu? Eg haldi tað í øllum førum ikki. Vit spældu væl ímóti Everton leygardagin, men vit fingu bert javnleik. Soleiðis er fótbóltur við hvørt, sigur Carlo Ancelotti sambært enskum miðlum. Chelsea liggur framvegis á odda í Premier League – trý stig frammanfyri Manchester United.









