Eingin koyrdi ávirkaður úr Rúsuni

- Vit kannaðu níggju bilførarar, sum vóru á veg úr Rúsuni í Klaksvík, men her vísti alt seg at vera í lagi, sigur løgreglan.

Í gjár gjørdi løgreglan eitt málrættað átak í Klaksvík, har tey kannaðu bilførarar, sum høvdu verið í Rúsuni og keypt og vóru á veg heimaftur.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at níggju bilførarar vórðu kannaðir, men her varð eingin funnin sekur í at koyra ávirkaður.

 

Kanningarnar vístu, at tey, sum keyptu í Klaksvík í gjár og vórðu kannaði á veg heimaftur úr Rúsuni, í øllum førum bíðaðu við at leska sær.