Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lógarverkið verður endurskoðað.
Hetta stendur í samgonguskjalinum.
Men ikki skal leggjast so nógv í orðingina, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentanarmálum.
Í samgonguni eru ymiskar hugsanir um kringvarpið, men enn hevur Bjørn Kalsø ongar kollveltandi tankar viðvíkjandi kringvarpinum.
- Kringvarpið er tveir samanlagdir stovnar, og mín hugsan er, at teir kundu verið betur samansjóðaðir, sigur Bjørn Kalsø.
Hann er ikki komin hartil at leggja nakrar ætlanir um broytingar, tí hann hevur havt so nógv annað at seta seg inn í á mentanarliga økinum.
Bjørn Kalsø heldur tað vera neyðugt at hyggja at fíggingini av stovninum, um býtið millum lýsingainntøkur og kringvarpsgjald.
Haraftrat kemur nýggi public service-sáttmálin, sum skal endurskoðast triðja hvørt ár.