Eingin kollvelting fyri okkum

Varðin Pelagic hevur lagt seg eftir marknaðum uttan fyri ES. Nógv tann størsti parturin fer til Russlandi og Nigeria. Tí rakar eitt ES-boykott ikki so meint hjá virkinum á Tvøroyri

Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri missa tey ikki svøvnin av hóttanini frá ES um boykott av føroyskum makreli og sild, umframt havnastongsul.
Í staðin telja tey dagarnar, til nýggja frystigoymslan verður liðug, hálvan august.
- Vandin fyri ES-boykotti hevur ligið har, onkustaðni í bakhøvdinum, líka síðani virkið byrjaði. Og vit hava alla tíðina lagt okkum mest eftir at selja til Russlands og Nigeria, sigur Bogi Jacobsen, stjóri.
Okkurt um 80 prosent av fiskinum, ið Varðin Pelagic tekur ímóti, fer til hesar báðar marknaðirnar.
Meðan rávøran til Russlands fer beinleiðis eystur til St. Pætursborg, so verður rávøran til Nigeria fyri tað mesta umskipað í Hollandi. Og tað kann gerast ein praktiskur trupulleiki, tá ES stongir sínar havnir fyri makreli og sild úr Føroyum, ásannar stjórin á Varðin Pelagic.
- Ja, tað fer so ikki at bera til meira. Men so mugu vit í staðin fáa vøruna flutta beinleiðis niður til Nigeria. Tað krevur so aftur, at vit savna saman størri nøgdir at avskipa, sigur Bogi Jacobsen.

Frystingin
Í løtuni kann Varðin Pelagic goyma umleið 6000 tons av rávøru í senn. Men tá nýggja frystigoymslan verður tikin í nýtslu hálvan august, kann virkið goyma eini 12-14.000 tons.
- Tað verður ein stórur fyrimunur fyri okkum, tí tá kunnu vit leggja arbeiðið betri til rættis, sigur Bogi Jacobsen, og vísir á, at stórur frystikapasitetur hevur alla tíðina verið ein fortreyt fyri virkinum á Tvøroyri, og tí er nýggja goymslan kærkomin.

Gongd í
Meðan aðrir partar av landinum hava ligið mest sum lamnir um ólavsøkuna, so hevur verið fult trýst á maskinunum á Tvøroyri.
Bæði Jupiter og Saksaberg hava landað um ólavsøkuna, og týsmorgunin kom Tróndur í Gøtu inn við 1300 tonsum. Tilsamans hevur Varðin Pelagic tikið ímóti umleið 9000 tonsum í juli mánað. Fyrr í summar var nógv av sild blandað upp í makrelin, men nú er minni av tí. Eitt nú er umleið 70 prosent av lastini hjá Tróndi í Gøtu makrelur, meðan restin er sild.