Eingin knokkroyting av Suðuroynni

Oddagrein:

Mong eru rumbulsmálini í samgonguni, aftur og fram, upp og niður, ja man hevur ilt við at skyna á, hvønn veg tey venda. Og tað er málið um havnagjøldini eitt gott dømi um.

Ætlanin hjá samgonguni og her serstakliga fiskivinnumálaráðharranum at strika havnagjøldini til havnir, har strandfaraskipini sigla, hevði rakt Tvøroyrar kommunu dygt, um tað kom í gildi. Politikarar á Tvøroyri og í Suðuroynni við vælsmurda bulldosaranum Kristin Michelsen á odda hava barst sum úlvur á skóg fyri at steðga hesi knokkroytingarætlan samgongunnar, sum tingmaðurin Tórbjørn Jacobsen, so beinrakið skýrir hana. Knokkroyting er sakin í einum nøtuhylki.

Orsøkin til at hetta málið nú er vorðið so áhugavert aftur er avgerðin hjá fiskimálaráðharranum, sum hevði lagt uppskotið fram, um at taka tað aftur. Sjálvandi ber til at skilja broyttu støðu hansara, nú so nógvur ágangur hevur verið móti uppskotinum. Sagt hevur verið, at tað er ikki í samsvar við stýrisskipanarlógina ella entá donsku grundlógina.

Tað er gott at hava eitt vakið løgting. Uppgávan hjá løgtingsfólki er alla tíðina at fylgja við og hava eygu og oyru opin og ikki minst seta seg inn í øll tey mál, sum koma á ting. Og tað kunnu vit ikki taka frá tingmanninum Tórbirni Jacobsen, at hann um nakar hevur antennurnar úti alla tíðina. Og fyrispurningur hansara til landsstýrismannin um havnagjøldini er eisini sera viðkomandi. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki kunnað um orsøkina til at taka uppskotið aftur, sum hevur elvt til so nógv høvuðbrýggj eitt nú hjá góðu lokalpolitikarunum í Suðri. Tingmaðurin spyr, hvør orsøkin er til, at landsstýrismaðurin tók umrødda uppskot aftur. Og henda spurning seta vit eisini.

Er orsøkin tann, at forarbeiðið til uppskotið hevur verið ov vánaligt? At man hevur ikki viljað lurtað eftir sakkunnleikanum? Ella er tað rætt og slætt politiskt. Er hetta dømi um, at ein landsstýrismaður er hoknaður undir tí trýsti, sum er komið úr hansara egna valøki? Ella er hann bara vorðin klókari? Ella er tað bara vanliga søgan um, at man ikki hevði tryggjað sær undirtøku í samgonguni, áðrenn man fór í tingið?

Eins og Tórbjørn Jacobsen vilja vit hava at vita, hví uppskotið varð tikið aftur. Sama dag sum tað varð tikið aftur var býráðsformaðurin á Tvøroyri í Rás2, har hann gjørdi vart við sína ónøgd yvir, at politikarar úr Suðri vóru teir fremstu at skapa oynni trupulleikar.

Um Jákup Vestergaard er hoknaður undir lokalpolitiskum trýsti, so hevur hann og øll samgongan ein trupulleika. Hvussu verður tá við øðrum sparimálum. Hava tá landsstýrisfólk, sum koma úr øðrum økjum í landinum, eisini loyvi til at draga í land!

Uppskotið um at strika havnagjøldini átti ongantíð at verið komið á tingborð, tí bara gera ilt verri í útjaðaranum. So einfalt er tað. Men hetta vísir bara, hvussu ótættur “Ólavsøkupakkin” hjá samgonguni er. Er hetta enn eitt boð uppá, at høgra hond í samgonguni ikki veit, hvat vinstra ger ella vil ella øvugt?