Eingin klokka og eingin ferja

Sámal Hentze, sum koyrir oljubil, sigur, at tímarnir, hann hevur staðið á Gomlurætt hesi 15 árini og ikki er sloppin við Teistanum, eru nógvir, men bíleggingarskipanin gjørdi stóran mun, tá hon kom

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin letur upp alment í dag? 

 

- Kenslan er heilt fantastiska góð. Hetta er eitt so stórt frambrot, at tú hevur ikki orð fyri tí, sigur Sámal Hentze á Sandi. 

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?  

- Tunilin fer at fáa stóran týdning fyri oynna og fólkið, sum her býr. Nú fáa vit frælsi til at ferðast til og frá, sum vit hava hug til - uttan at verða bundin at einari klokku ella báti. 

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum?    

- Nei, eg síggi ongar vansar. Eg síggi hetta bara sum nakað positivt, sum fasta sambandið fer at geva okkum. 

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Nei, tað fari eg ikki. Hetta kemur at gera mín arbeiðsdag so nógv lættari - at kunna koyra til og úr arbeiði.

Sámal Hentze, sum koyrir oljubil, vísir á, at tímarnir, hann hevur staðið á Gomlurætt hesi 15 árini og ikki er sloppin við Teistanum, eru nógvir.

- Ja, hevði eg vitað, hvussu nógvir teir eru tilsamans, hevði eg helst svímað.

Hann leggur aftrat, at bíleggingarskipanin, sum kom, gjørdi hesi viðurskifti nógv lættari.