Sáttmáli
Tá ið hugt verður í nýggja sáttmálan millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag, eru eingi prosentir nevnd, hvørki uppeftir ella niðureftir.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, sigur, at eingi prosentir vórðu broytt undir samráðingunum millum feløgini.
- Burtursæð frá smáum justeringum, kunnu vit siga, at sáttmálin er óbroyttur.
Hann heldur ikki, at tað var so tungt hesaferð at fáa sáttmálan undir land, men onkur mál vóru á vegnum, sum partarnir í fyrstu syfti ikki vóru samdir um.
Jákup sigur, at Reiðarafelagið er nøgt við sáttmálan, sum nú er undirskrivaður.
Hann vísir á, at soleiðis, sum gongdin er í fiskiskipaflotanum við lágum fiskaprísum á øllum fiskasløgum, vildi Reiðarafelagið ikki hoyra talan um nakra hækking í prosentum. Hinvegin var sum nevnt heldur eingin lækking.
- Eg haldi, at hetta er tað, sum vit kundu rokna við í tíðum, sum hesum.
Jákup Sólstein vísir á, at fiskiskipaflotin hevur havt nøkur góð ár, men nú er vent, og tí er ikki ráðiligt at økja um hýruútreiðslurnar.
- Hetta er tað, vit komu ásamt um, og tað avgerandi er, at vit eru samdir og hava fingið ein nýggjan sáttmála, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum í stuttari viðmerking.










