Eingin ókeypis koyring enn á sinni

Hóast lánini í undirsjóvartunlunum verða afturgoldin skjótt, verður tað ikki ókeypis at koyra

Tað fer ikki at verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, hóast teir skjótt eru afturgoldnir.
Tað staðfestir Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum.
Sum tað stendur í aðrari grein her á síðunum, verður lánið í Vágatunlinum afturgoldið um eitt hálvt ár og lánið í Norðoyatunlinum verður goldið um fimm, seks ár.
Annars hevur nógv verið sagt og skrivað um, at tað skal verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá ið teir eru útgoldnir.
Men Uni Danielsen sigur, at tað verður í hvussu so er ikki fyribils, at bummgjaldið verður avtikið.
Hann sigur, at tunlarnir mugu hava inntøkur til ábøtur og røkt og tað kostar einar einar 12-16 milliónir um árið at halda tunlarnar.
Tað er bara tað vanliga haldið til pumpuskipan, slitið, ljósi og annað. Men eisini stendur Vágatunnilin fyri stórum ábótum, har hann skal hann asfalterast og tað er eisini ein dýr søga.
Hinvegin staðfestir Uni Danielsen tað, sum liggur í politisku kortunum, er, at eisini innskotið hjá landinum skal rindast aftur,
áðrenn talan kann verða um at koyra ókeypis.
Í lógunum fyri tunlarnar stendur, at ”Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.”
Hetta hava summir politikarar tulka sum at tá ið lániskuldin er afturgoldin, skulu tunlarnir handast landinum fyri einki.
Hetta spurdi Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, løgmann um í Løgtinginum fyri hálvum ári síðani.
Og tá svaraði løgmaður, at eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.
Sostatt skulu tunlarnir eisini rinda innskotið frá landinum, aftur.
Í hesum sambandi nevnir hann, at landið hevur sett 160 milliónir Vágatunnilin og 235 milliónir í Norðoyatunnilin, ella 395 milliónir tilsamans.
- Ongin avtala er gjørd við landið um tað enn og tí vita vit ikki um tað skal rindast aftur um 20,30 ella 40 ár, sigur Uni Danielsen.
Men vit byrja so ikki upp á at rinda innskotið hjá landskassanum aftur, fyrrenn tunlarnir eiga at verða útgoldnir eftir lániskjølunum, altso í 2017 hvat Vágatunlinum viðvíkur og í 2021, hvat Norðoyatunlinum viðvíkur.
- Hóast vit hava goldið avdráttirnar aftur nógv skjótari enn ætlað, eru tunlarnir ikki avskrivaðir fyri tað.