Joseph P. Kennedy, sum er bróðursonur Edward Kennedy, ið doyði fyri stuttum, vil ikki taka við sum senatorur eftir farbróðurin. Tann 56 ára gamli Joseph P. Kennedy er sonur Robert Kennedy. Joseph hevur sitið í Umboðsmannatinginum í mong ár, og roknað varð við, at hann fór at seta seg í senatssessin, sum Kennedy-ættin hevur havt í meiri enn 50 ár.
Men í gjár kunngjørdi Joseph P. Kennedy, at hann tekur ikki av tilboðnum.
Edward Kennedy umboðaði statin Massachusetts, og eftirmaðurin skal veljast á einum servali, sum verður tann 19. januar.










