Tey flestu vita, hvussu toskur smakkar, men eingin kennir smakkin av brosmu. Tað er niðurstøðan av eini lítlari kanning, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi á Vísindavøkuni. Úrslitið av kanningini er almannakunngjørt á heimasíðuni hjá starvsstovuni.
Hetta skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.
Á básinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á Vísindavøkuni vóru fýra føt við ymiskum fiskasløgum sett fram, sum fólk vórðu biðin um at smakka. Síðani skuldu tey skriva niður á ein lepa, hvat fiskaslag tey hildu var á fatinum.
Tilsamans 31 høvdu svarað, men stórur munur var á, hvussu væl fólk kendu tey ymisku fiskasløgini.
Meira enn tveir triðingar vistu, at toskur var toskur, men nøkur gittu eisini, at tað var hýsa ella kalvi, tey høvdu fingið í munnin.
Makrel kendu næstan helvtin av teimum, ið svaraðu, og triði hvør kendi sildina.
Brosmuna kendi eingin av teimum 31, ið høvdu svarað. Tey flestu hildu, at tað var hýsa, tey høvdu etið, men gitt varð eisini, at tað kundi vera toskur, kalvi, laksur, jákupsskel, upsi ella reyðsprøka.