Einki bendir á, at vit fáa kava í hesum mánaðin. Men hóast februar nærkast, so kann væl henda, at hann kemur við nógvum kava bæði í februar og í mars – og fyri tað eisini í apríl.
Men er langtíðarforsøgnin hjá norska yr.no eftirfarandi, so verður lægsti hiti hetta fram til 29. januar 4 hitastig. Hann fer at vera lágur í ættini næstu dagarnar og fer upp í vestan.
Mesti vindurin verður næsta sunnudag, tá hann sambært forsøgnini verður upp í 22 metrar um sekundið. Tá verður hann eisini lágur í ættini. Sambært somu forsøgn, so kunnu vit vænta okkum regn allar dagarnar fram til 29. januar.
Vit kunnu so ugga okkum við, at ilt er at spáa um veðrið – og at veður má sær ráða...










